Góðan morgun Føroyar

Føroyingar á tandemsúkklu til París
04-04-2018
Team Rynkeby Føroyar er eitt av 48 liðum, og við á liðum eru 50 súkklarar og 10 hjálparar.

Mær dámar væl avbjóðingar sigur Uni Rasmussen, sum, hóast hann er blindur, er fúsur at súkkla til París.

Saman við Mariu Svabo Hansen og Henrik Kølleskov fer hann at súkkla teir mongu kilometrarnar á tandemsúkklu.

Maria og Henrik skiftast um at sita framman og stýra. Uni situr aftanfyri.

Longsti túrurin higartil hevur verið úr Havn til Eiðis og aftur. Tilsamans 108 kilometrar.

Eftir ein tílíkan túr ert tú troyttur og hevur ilt í afturpartinum, sigur Uni brosandi.

At vera partur av Rynkeby er nakað heilt serstakt, eru bæði samd um.

Samanhaldið er framúr, og avbjóðingin er ógvuliga spennandi.

Tað er ein fyrimunur, at vit kennast væl, tí at súkkla á tandem snýr seg um samstarv, sigur Maria Svabo Hansen.

Síðst í juni byrjar langa ferðin til París.

Team Rynkeby er eitt altjóða vælgerandi súkklulið, sum á hvørjum ári súkklar til París fyri at savna inn pening til børn við lívshættisligum sjúkum og familjur teirra.

Í 2018 er liðið samansett av 1.900 súkklarum og 450 hjálparum, deild út á 44 lokal lið í Føroyum, Danmark, Svøríki, Finnlandi, Íslandi og Noreg.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024