Góðan morgun Føroyar

Stórur tørvur á fótbóltsdómarum
05-04-2018
Fótbóltssambandið bjóðar øllum áhugaum á ókeypis dómaraskeið, tí í løtuni mangla fótbóltsdómarar

- Tað er ógvuliga áhugavert og gevandi. Og jú, sjálvandi krevur tað eisini nakað av einum.

Soleiðis sigur Lassin Isaksen, sum er dómaraleiðari í Fótbóltssambandi Føroya og hevur drúgvar royndir sum dómari í føroyska fótbóltsheiminum.

Fótbóltssambandið fer næstu tveir mánaðirnar at skipa fyri ókeypis dómaraskeiðum fyri at fáa fleiri nýggjar dómarar í núverandi hópin.

- Í løtuni hava vit einar 80 dómarar, sum døma dystir næstan hvørt vikuskifti. Men sjálvandi kemur tað fyri, at onkur ikki kann døma ein dyst, og tá er tað, at vit mangla fólk, sigur Lassin Isaksen og heldur fram:

- Tað hendir tíbetur sjáldan, at dystir ikki verða spældir, tí dómari manglar, men einasta orsøkin, til at tað sjáldan kemur fyri, er vælvildin frá dómarahópinum, soleiðis at onkur altíð traðkar til, sigur Lassin Isaksen.

Dómaraskeiðini verða í apríl og mai og eru skipað sum kvøldskúli.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024