Góðan morgun Føroyar

Sarah Mahfoud - Nú leggi eg alla orku í boksing
06-04-2018
Hon vann kappingina Vild med dans í fjør, men nú hevur Sarah Mahfoud lagt dansiskógvarnar á hillina. Nú snýr alt seg um boksing

Ein góður boksari skal hava sterkan vilja, góða disiplin og venja nógv.

Tað sigur Sarah Mahfoud, sum hevur skrivað undir yrkissáttmála sum boksari.

27. apríl er meistaradystur á skránni.

Hetta er ein avgerandi dystur, tí vinnur Mahfoud, hevur hon møguleika at fáa dyst um heimsmeistaraheitið.

Nú um dagarnar er venjingarlega við dugnaligum boksarum úr Danmark.

Pro Atlantic Bootcamp verður legan nevnd.

Tað er Tórshavn Boksing, sum skipar fyri í nýggju hølunum í kjallaranum í Stórhøllini á Hálsi.

Sarh Mahfoud letur væl at umstøðunum, sum higartil einasta føroyska boksifelagið hevur.

Spurd um hon sær potentiali í føroyskum boksarum, svarar hon alt fyri eitt - sjálvandi. Vit eru sterk.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024