Góðan morgun Føroyar

Tey ungu verja oyruni
10-04-2018
- Ungdómurin er ógvuliga tilvitaður um ikki at fáa niðursetta hoyrn, og tí er ikki óvanligt, at tey ungu brúka hoyrivernd, sigur Jutta Helgadóttir

Umleið 10. hvør føroyingur hoyrir ikki serliga væl.

- Fólk hoyra ikki verri í dag enn fyri eini 10 árum síðani, men sum heild eru øll meira tilvitað um hoyrnina, sigur Jutta Helgadóttir.

Hon er audiologistur og eigur og rekur hoyriklinikkina Hoyrnina.

- Tað er als ikki óvanligt, at ung fólk ynskja at fáa oyruni kannað, og tey eru ógvuliga tilvitað um at brúka hoyrivernd, tá eitt nú tónleikatiltøk eru, sigur Jutta Helgadóttir.

Sambært henni er tað ikki altíð, at ein persónur sjálvur leggur merki til, at hoyrnin er niðursett.

- Ofta eru tað tey avvarandi, sum gera persónin varugan við, at hoyrnin ivaleyst er skerd, sigur Jutta Helgadóttir.

Í morgunsendingini greiddi hon frá føroyingum og hoyrn, og harafturat fortaldi Allan Dalsgarð, hvussu tað er at hava niðursetta hoyrn.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024