Góðan morgun Føroyar

- Eitt 3-0 tap hevði verið góðtikið
11-04-2018
Í gjár spældi føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti HM undankappingardyst í móti Íslandi á Tórsvølli. Tær taptu 5-0.

Jóna Nicolajsen, málverji, sigur, at kvinnurnar eru ónøgdar við úrslitið. Tvey av teimum fimm málunum, sum Ísland fekk, skuldu ikki havt sloppið í gjøgnum. Eitt 3-0 tap hevði verið góðtikið.

Føroyar kláraði seg tó betur hesaferð enn seinast, tá tær spældu móti íslendsku kvinnunum. Tá taptu tær 8-0. Íslendska kvinnulandsliðið telist millum tjúgu tey bestu landsliðini í heiminum, og sambært Jónu Nicolajsen, so merkist tað væl, tá mann spælir móti teimum.

Føroyska landsliðið er annars væl fyri í løtuni. Tær merkja eisini meira javnstøðu millum kvinnulandsliðið og manslandsliðið nú, tá ið kvinnurnar fáa dagpening, tá tær spæla dystir, og hugburðurin er broyttur, samstundis sum fleiri áskoðarar koma til dystir, sigur Jóna Nicolajsen.

Mynd: Portal.fo

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024