Góðan morgun Føroyar

Tórshavnar Kommuna farin undir at spula kloakkir
11-04-2018
Tórshavnar Kommuna er farin undir at spula 14 kilometrar av kloakk, tí tað er kloakkluktur ymsa staðni í Havnini

Í fyrstu atløgu verða kloakkirnar eystan fyri Havnará spulaðar, og kloakkirnar verða eisini filmaðar og kannaðar.

Endamálið við at filma og kanna kloakkirnar er at síggja, hvørjum standi tær eru í, og hvørjar dagføringar kunnu gerast, sigur Marita Súsanna Hentze, verkfrøðingur á teknisku deild í Tórshavnar Kommunu, sum hevur ábyrgd av kloakkunum.

Heini Eysturoy, býarverkfrøðingur í kommununi greiðir frá, hvussu kloakkskipanin hongur saman, og hvørjar ætlanirnar eru við kloakkreinsan í kommununi.

Størsti trupulleikin av kloakklukti er privatur, og ikki nakað, sum kommunan eigur ábyrgd av, og tey bæði koma eisini við góðum ráðum til borgarar.

Arbeiðið at spula kloakkirnar kann tarna ferðsluna nakað og tað kann eisini fara at lukta í kloakk inni hjá fólki og í nærumhvørvinum ein dag ella har á leið, eftir at rottangabilurin hevur verið har. Eitt oyðiblað er tí borið út í hvørt hús í grannalagnum, har arbeitt verður, sum sigur, hvussu mann skal fyrihalda seg.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024