Góðan morgun Føroyar

Nú skulu uppskot til ársins íverksetara latast inn
11-04-2018
Íverksetarahúsið fer skjótt at finna ársins íverksetara, ársins innovatión og ársins íløgu. Tilnevningar skulu latast inn nú og fram til 27. apríl.

Allar tilnevningar eru vælkomnar, men ársins íverksetari skal hava víst árræði, dirvi og nýhugsan á onkran hátt, og skal hava vunnið sær pening við sínum arbeiði, sigur Bjartur Nolsøe, stjóri í íverksetarahúsinum.

Tað ber eisini til at senda uppskot inn til ársins innovatión og íløgu. Undanfarnu tvey árini vóru eingin uppskot til ársins íløgu, og tískil fekk eingin tann heiðurin. Bjartur Nolsøe vónar, at tað koma uppskot inn í ár.

Heiðurslønirnar verða latnar á ársins íverksetaradegi 11. mai í ár. Tá velur ein dómsnevnd, hvør fær heiðurslønirnar. Íverksetarar kunnu heinta sær nógvan íblástur henda dagin, tá m.a. kendi, danski íverksetarin Martin Thorborg hevur fyrilestur.

Uppskot til ársins íverksetara, innovatión og íløgu skulu sendast á iverksetan@iverksetan.fo.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024