Góðan morgun Føroyar

Ummæli: Pipar og Salt svingar framvegis væl
11-04-2018
Alt var ikki betri fyrr, tí Pipar og Salt er framvegis gott, siga Birgir Kruse og Rudolf Joensen, sum ummæla Pipar og Salt show'ið

Jákup Veyhe og Sjúrður Skaale eru eldir, men Pipar og Salt svingar framvegis væl. Tað er niðurstøðan hjá Birgir Kruse og Rudolf Joensen, ið ummæla Pipar og Salt show'ið, sum í løtuni gongur í Norðurlandahúsinum.

- Skótin í Bø var ein succé, stríðið ímillum bygdafólk og havnafólk riggar væl og gomlu figurarnar svinga framvegis væl, heldur Rudolf Joensen, ummælari. 

Tó meta teir báðir, Rudolf Joensen og Birgir Kruse, at Kári Cool hevur sæð betri dagar, og at rappið ikki riggaði so væl. 

- Tað er langt ímillum Pipar og Salt og satiru og skemt sum heild í Føroyum. Tað skal ikki undirmetast og er sera týdningarmikið, sigur Birgir Kruse, ummælari

Hoyr samrøðu við Sjúrð Skaale og Jákup Veyhe her

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024