Góðan morgun Føroyar

Somu nevndarfólkini ganga aftur
12-04-2018
- Ert tú fyrst komin í eina nevnd, hevur tú lyndi til at blíva valdur, sigur Sveinur Tróndarson.

Ert tú fyrst komin inn í føroyska nevndarnetverkið, eru tað stór sannlíkindi fyri, at tú verður vald ella valdur at sita í øðrum nevndarsessum.

Hetta er ein av eygleiðingunum, sum Sveinur Tróndarson hevur gjørt í sambandi við eina stóra uppgáva á Setrinum um føroyska nevndarnetverkið.

- Tá hugt verður eftir, hvørji fólkini eru, sum sita í ymiskum nevndum, sæst eitt mynstur. Tað eru nøkuyr fólk, sum eru títtari í nevndum enn onnur, sigur Sveinur Tróndarson, ið lesur politikk og umsiting.

Tað er tó ikki so undrunarvert, at somu fólkini ganga aftur í nógvum ymiskum nevndum.

- Tað er als ikki ónatúrligt, at tað er so, tí hvønn velur tú at samstarva við? Tað eru jú fólk tú kennir frammanundan. Og tí kann mann siga, at kemur tú fyrst inn í eitt slíkt netverk, so hevur tú lætt við at verða endurvald ella endurvaldur, sigur Sveinur Tróndarson.

Sambært honum er torført at tosa um fyrimunir og vansar við at hava eitt nevndarnetverk sum tað føroyska, har somu fólkini ganga aftur.

- Tað kann blíva eitt problem, um ein persónum er í 100 nevndum og ikki megnar allar uppgávurnar, men nevndir eru ymiskar og arbeiðssetningurin er eisini ymiskur, alt eftir hvørja nevnd talan er um, sigur Sveinur Tróndarson.

Hann skal saman við fleiri øðrum halda fyrilestur um nevndir og vald í Smæruni í Havn hóskvøldið. Samfelagið skipar fyri.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024