Góðan morgun Føroyar

Útoyggjastuðul til at menna sterkan løg úr rót
19-04-2018
Heilsu- og innlendismálaráðið fekk í alt 26 umsóknir um stuðul til útoyggjamenning.

Tað eru bara bestu røturnar, sum koma á handilshillarnar.

Vit hugsaðu, at tað hevði verið snilt, um vit kundu brúkt avlopsrøturnar til okkurt, sigur Jógvan Jón Petersen, bóndi í Stóri Dímun.

Í samstarvi við Janus Vang á Inova og Søren Antoft, ið bryggjar hjá Okkara, var farið undir royndirnar at fáa sterkan løg burturúr.

Tað er sterkur luktur og smakkur at rótini.

Vit hugsaðu fyrst um rótacider, men við tíðini eru eisini onnur uppskot komin á borðið.

Ein møguleiki kundi verið rótavín ella rótacherry.

Gott hevði verið, um tað riggaði væl til føroyskan mat, sigur Jógvan Jón Petersen.

Hann veit ikki rættiliga, hvussu langa tíð tað fer at taka, áðrenn farið verður undir veruliga framleiðslu, men tað hevði verið stuttligt, um okkurt kom út í heyst, tá tann rótin er klár, leggur hann afttrat.

18 umsóknir hava fingið játtað stuðul í 2018 fyri tilsamans 800.000 krónur. Verkætlanin í Dímun hevur fingið 50.000 krónur í stuðli.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024