Góðan morgun Føroyar

Ráðstevna fyri føroysk lesandi í Danmark
20-04-2018
Leygardagin, 21. apríl, verður ráðstevnan Kom og fanga okkum á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn

Á ráðstevnuni verður møguleiki hjá lesandi at fanga arbeiðsgevarar, ið á ein ella annan hátt hava føroyskt tilknýti.

Hinvegin er eisini møguleiki hjá arbeiðsgevarum at fanga tey mongu føroysku lesandi, ið húsast í Danmark.

Til ber eisini at hoyra um Master útbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum.

Á ráðstevnuni luttaka yvir 20 fyritøkur og stovnar frá tí almenna og privatu vinnuni. Vit hava lagt okkum eftir at hava okkurt til allar málbólkar, soleiðis at tann lesandi og arbeiðsgevarin kunnu fanga tey røttu fólkini.

Endamálið við tiltakinum er at lata upp fyri samskifti og samstarvi millum lesandi, fyritøkur og stovnar, ið hava tilknýti til Føroyar, og at samantvinna føroysk lesandi í Danmark við arbeiðsmarknaðin fyri at tryggja áhaldandi menning og vøkstur í samfelagnum.

Ráðstevnan byrjar leygardagin klokkan 11.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024