Góðan morgun Føroyar

Varðveita søgnina um Marmennilin
23-04-2018
Marmennilin er serliga kendur frá Elduvík, har tað eydnaðist Anfinni bónda at fáa marmennilin upp á turt og rista kross yvir hann

Marmennil er líkur fólki, men er í stóran mun minni í vakstrarlagi, men fingrarnir eru langir. Hann livir á havsins botni og ger útróðrarmonnum mein við at taka agnið av onglunum og seta fast í botn, so at teir mugu slíta snørini.

Søgnin er spennandi um henda lítla kúllin, marmennilin, sum bleiv krøktur og tikin til lands, har bóndin risti kross yvir hann, so hann ikki skuldi fara á sjógvin aftur.

Á heysti í 2016 tók Bygdarfelagið i Elduvík avgerð um at skipa nevnd, ið skuldi fara undir at varðveita søgnina um marmennilin. Hetta hevur so ført til samstarv við myndlistahøggaran, Hans Paula Olsen, sum skal gera eina standmynd av marmennlinum.

Samkoma verður í kirkjuni í Elduvík í kvøld kl 19.00 í Elduvíkar kirkju, har greitt verður frá tiltakinum.

Les meira um marmennilin her

Myndin vísir hvar ætlanin er at marmennilin skal standa

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024