Góðan morgun Føroyar

Altjóða DNA dagur í morgin
24-04-2018
Vit vilja vísa hvussu og hvat gransking í DNA, ella arvastronginum, kann nýtast til, siga Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu og Ian Salter, granskarar

Flaggdagin, tann 25. apríl, er altjóða DNA dagur. DNA er stytting fyri deoxyribonucleic acid, sum vit á føroyskum kalla arvastrongurin. Tað var á hesum degi í 1953, at Watson, Crick, Wilkins og Francis góðu út vísindaliga grein um DNA bygnaðin. Á hesum sama degi, 50 ár seinni, varð tað almannakunngjørt, at arvamassin hjá menniskjum var kortlagdur. Tí er hesin dagur kosin at vera altjóða DNA dagur, og síðani 2013 hava fólk og stovnar runt alla verðina hátíðarhildið henda dagin.

Skipað verður fyri einum tiltaki í Perluni í morgin 25. apríl. Tiltakið verður í tveimum pørtum. Fyrri parturin inniheldur stuttligt og handaligt DNA virksemi til børn, og í seinna partinum verða stuttir fyrilestrar um DNA til tey ungu og vaksnu
Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu er Phd lesandi og starvast hjá Amplexa Genetics og Ian Salter er granskari og starvast á Havstovuni.

Lesið meira um DNA tiltakið her

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024