Góðan morgun Føroyar

Blank er nýggja Skam
04-05-2018
Skam megnaði tað, sum næstan ongar sjónvarpssendingar megna í dag - nevnliga at fanga tey ungu

Tað var í 2015, at NRK fór undir at senda ungdómsrøðina Skam, sum lýsti gerandisdagin hjá nøkrum ungum í Oslo.

Røðin bleiv sera vælumtókt í fleiri londum.

Nú ger NRK eina nýggja røð eftir nøkunlunda sama leisti.

Blank eitur hon hesa ferð og eins og við Skam fer Kringvarpið eisini at senda hesa røðina.

Róar Mørkøre Hansen og Rannvá Dahl Hanusson starvast á ungdómsportalinum hjá Kringvarpinum, Røddini.

Tey lata væl at fyrstu pørtunum.

Rannvá væntar, at Blank fer at fanga tey ungu, tí røðin lýsir rættiliga væl lívið eftir student.

Róar roknar ikki við, at røðin verður eins stór og Skam var.

Eftir 3-2 mánakvøldið vísir KVF fyrsta part av Blank, og sendingarnar verða eisini lagdar á heimasíðuna kvf.fo.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024