Góðan morgun Føroyar

Dopingeftirlit tryggjar rættvísar kappingar
15-05-2018
ÍSF er sera fegið um, at Tvørmegi hevur gjørt avtalu við Anti Doping Danmark, sigur Jarvin Feilberg Hansen, eftirlitsfólk hjá ÍSF

Dopingeftirlitið í Føroyum var munandi hert í fjør.

Føroysk eftirlitsfólk kunnu nú sjálvstøðugt fara út og taka dopingroyndir av íðkarum, sum eru limir í Ítróttarsambandi Føroya.

Nógvir føroyingar hava sína dagligu gongd í mongu venjingarmiðstøðunum, ið eru kring landið.

Hesar eru ikki limir í ÍSF, og tí hevur ikki borið til hjá eftirlitisfólkunum at gjørt royndir har.

Men nú fær Tvørmegi, sum fyrsta venjingarmiðstøð í Føroyum, limaskap í Anti Doping Danmark, og letur tí upp fyri møguleikanum, at ófráboðaðar kanningar verða gjørdar.

- Hetta er eitt stórt frambrot fyri føroyska ítróttarheimin, sigur Jarvin Feilberg Hansen, dopingeftirlitsfólk hjá ÍSF.

Nú fer ÍSF at bjóða øllum hinum venjingarmiðstøðunum til kunningarfund.

Vónin er, at allar gera avtalu við Anti Doping Danmark, leggur Jarvin Feilberg Hansen aftrat.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024