Góðan morgun Føroyar

- Børnini siga, at eg eri akkurát sum Mary Poppins
17-05-2018
Maria eitur útgávan. Í føroyskum tónleikahøpi er talan um eina søguliga útgávu, sum í roynd og veru sá dagsins ljós í Norðuramerika.

Í 1973 kom LP-plátan Maria á marknaðin. Og nú, 45 ár seinni, verður hon givin út á fløgu.

Landið er Kanada, árið er 1973, tá nýliga gifta føroyska havnarkvinnan Maria Anderssen, í dag Maria Andreassen Hentze, eisini kend millum manna sum Maria í Ullvøruhúsinum - fer til Kanada at heilsa upp á verfamiljuna fyri fyrstu ferð.

- Eg endaði við at syngja á einum møti í býnum Victoria í British Columbia á kanadisku vesturstrondini, har verforeldrini búðu.

Ein maður, ið kallaðist Douglas Gill kom aftan á møti og spurdi, um eg hevði gjørt nógvar plátur. Tá svarið var nei, segði hann, at hetta mátti tað gerast nakað við.

Tað vísti seg, at hann hevði sítt egna plátufelag og soleiðis endaði tað við, at eg nakrar fáar dagar seinni sat í einum studio í Kanada við mínum spanska kassaguitara og spældi inn mína fyrstu plátu.

Kona Douglas, Margaret Gill, spældi somuleiðis orgul og klaver.

Og soleiðis gjørdist søguliga føroyska útgávan Maria veruleiki.

Talan er um kendar enskar sangir so sum Seek And Ye Shall Find og Day By Day, sum eru innspældir live í studio og íklæddir einfaldan búna við kassaguitara og ljósu sopranrøddini hjá Mariu.

Tveir føroyskir sangir, Sanna ungdómsgleði og Har við tínar hjartadyr, fingu eisini rúmd á útgávuni.

Sjálv sigur Maria, at aftan á 45 ár sum LP pláta burturav, er gjørt av, at geva út hesa forkunnugu útgávu sum fløgu.

Talan er um tíggju enskar sangir og tveir føroyskar sangir.

Plátan varð í fyrstu syftu framleidd í Kanada.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024