- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Bingo og vinnulívið hjálpir sjúklingunum
18-05-2018
- Trivnaðargrunnurin fær hjálpt føroyskum sjúklingum í Danmark, av tí at privatpersónar og stórar fyritøkur vilja stuðla, sigur Laura Olsen
- Tað eru bingospøl og vinnulívið, sum eiga lívið í trivnaðargrunninum.
Tað sigur Laura Olsen, sum er ein av teimum trimum fólkunum, sum manna trivnaðargrunnin.
Hesin grunnurin hevur til endamáls at geva sjúklingum og teirra avvarandi, sum eru í sjúkraørindum í Danmark, hjálp og upplivingar av ymsum slagi, meðan tey eru í Keypmannahavn.
- Tað vísir seg, at fólk eru ógvuliga glað fyri eitt nú bussin, sum vit reka, og tað, at grunnurin hevur syrgt fyri, at leikur, fitnessútgerð og annað er á sjúklingahotellinum, sigur Laura Olsen.
Í morgunsendingini greiddi hon frá trivnaðargrunninum, og hvat hesin grunnurin ger.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024
Veðrið, Susi & Jákup á Borg, kvinnur kyn og kynslív, ársins útvarpshitt
08-03-2024
Chipmerkt djór, veðrið, sjóvinna, øðrvísi syskin, ársins útvarpshit top 10
06-03-2024
Millum tey mongu brøvini, sum komu undan kavi í London í farnu viku, eru nógv brøv skrivað av privatpersónum, og hesi eru meira forkunnug.
05-03-2024
Veðrið, komið øll við framsýning, kvinnan í kirkjuni, søgulig brøv, ljóðbøkur
05-03-2024
Bókasavnið í Skúlanum við Streymin skipar í hesum døgum fyri øðrvísi lesiátaki
04-03-2024