- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Einsemi verður størsta avbjóðingin
22-05-2018
Hetta er ein ferð, sum eg havi hugsað um í mong ár, sigur Livar Nysted
Gongst sum ætlað fer Livar Nysted at rógva úr Grand Canaria til Antigua í Karibia.
Hann verður einsamallur í bátinum.
Ferðin, sum byrjar í januar í 2020, fer væntandi at taka einar tríggjar til fýra mánaðir.
Teinurin er 5000 kilometrar.
Báturin verður úr gjørdur úr glasfiburi, og hann skal byggjast í Føroyum.
Sniðið verður sum á føroyska bátinum, men grundin til, at hann ikki verður gjørdur úr træi, er, at tilfarið ikki er nóg sterkt.
Livar Nysted ivast ikki í, at størsta avbjóðingin á drúgvu ferðini verður einsemi.
Tað er ógvuliga avmarkað, hvat tú kanst stytta tær um stundir við umborð, sigur Livar Nysted.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024
Veðrið, Susi & Jákup á Borg, kvinnur kyn og kynslív, ársins útvarpshitt
08-03-2024
Chipmerkt djór, veðrið, sjóvinna, øðrvísi syskin, ársins útvarpshit top 10
06-03-2024
Millum tey mongu brøvini, sum komu undan kavi í London í farnu viku, eru nógv brøv skrivað av privatpersónum, og hesi eru meira forkunnug.
05-03-2024
Veðrið, komið øll við framsýning, kvinnan í kirkjuni, søgulig brøv, ljóðbøkur
05-03-2024
Bókasavnið í Skúlanum við Streymin skipar í hesum døgum fyri øðrvísi lesiátaki
04-03-2024