Góðan morgun Føroyar

- Rættarmálið hevur kostað okkum nógv
22-05-2018
- Eg bleiv kløkk, tí vit høvdu tosað um eitt møguligt samstarv, sigur Heiða G. Nolsøe, nú tvey ára langa rættarmálið móti Bone´s er endað

- Tað var ein vinkona, sum sendi mær eina mynd av eini ruskspann inni í eini av Bone´s matstovunum. Henda ruskspannin líktist rættiliga nógv okkara sniði.

Soleiðis sigur Heiða G. Nolsøe, sum saman við Marie Berggren eigur og rekur fyritøkuna Drop Bucket, sum ger umhvørvisvinarligar ruskspannir.

Seinastu tvey árini hava Heiða G. Nolsøe og Marie Berggren brúkt nógva orku upp á rættarmálið við Bone´s.

- Tá eg sá myndina, visti eg, at hetta var onkur, ið hermdi øgiliga nógv eftir okkara sniði, so eg tosaði við okkara sakførara. Hann vendi sær til Bone´s, og so fór øll mylnan í gongd, sigur Heiða G. Nolsøe og heldur fram:

- Vit roknaðu ikki við, at hetta málið fór at taka so langa tíð, tí vit hugsaðu, at Bone´s fór at gjalda okkum eina virðiliga upphædd, og tað var tað, sigur Heiða G. Nolsøe.

Men tá matstovuketan helt fast við sítt, sóu teir báðir ungu íverksetararnir ikki annan møguleika enn at fara í rættin. Heiða G. Nolsøe og Marie Berggren høvdu annars framman undan verið á fleiri fundum við matstovuketuna fyri at tosa um eitt møguligt samstarv, og tí eru tær eisini vónbrotnar av fyritøkuni.

- Hetta hevur kostað okkum nógv. Fyrst og fremst tíð, men eisini fíggjarliga. Og í seinasta enda koma vit ikki úr hesum rættarmálinum við einum stórum vinningi, staðfestir Heiða G. Nolsøe.

Fyri kvinnurnar handan Drop Bucket hevur tað stóran týdning, at tær vunnu rættarmálið.

- Vit eru sera glaðar. Hetta er ein sigur fyri designheimin, men eisini ein áheitan á stórar fyritøkur um ikki at kopiera sniðið hjá smáum íverksetarafyritøkum, heldur Heiða G. Nolsøe fyri.

Í morgunsendignini greiddi hon frá rættarmálinum, og hvussu hesi tvey árini hava verið, meðan málið hevur verið viðgjørt.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024