- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
20 ár við djóradøgum í Havnardali
24-05-2018
Í 20 ár hevur Føroya Ríðingarfelag skipa fyri djóradøgum úti í Havnardali. Umleið 5000 fólk vitjað á hvørjum ári, sigur Brandur í Dali, fyriskipari
Tað verður gjørt klárt til djóradagarnar, sum verða leygardagin 26. mai og sunnudagin 27. mai á økinum hjá Føroya Ríðingarfelag í Havnardali í Havn.
Brandur í Dali, sum er nevndarlimur í Ríðingarfelagnum sigur, at hetta eru spennandi dagar hjá felagnum og ikki minni spennandi hjá fólki, sum hava áhuga í djórum.
Á djóradøgunum vera nógv ymisk djór at síggja. Spurdur hvat djór hevur verið mest spennandi hesi seinastu 20 árini, sigur Brandur, at tað var kálvurin Freddie úr Kirkjubø.
Men Freddie er nú so stórur, at hann ikki er við longur. Tó, sigur Brandur, at í ár eru nøkur nýggj hestasløg at síggja á djóradøgunum.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024
Veðrið, Susi & Jákup á Borg, kvinnur kyn og kynslív, ársins útvarpshitt
08-03-2024
Chipmerkt djór, veðrið, sjóvinna, øðrvísi syskin, ársins útvarpshit top 10
06-03-2024
Millum tey mongu brøvini, sum komu undan kavi í London í farnu viku, eru nógv brøv skrivað av privatpersónum, og hesi eru meira forkunnug.
05-03-2024
Veðrið, komið øll við framsýning, kvinnan í kirkjuni, søgulig brøv, ljóðbøkur
05-03-2024
Bókasavnið í Skúlanum við Streymin skipar í hesum døgum fyri øðrvísi lesiátaki
04-03-2024