Góðan morgun Føroyar

Sáðgóðskan hjá monnum út av lagi vánalig
30-05-2018
Tað er serliga í ídnaðarlondunum at støðan er so vánalig, at okkurt má gerast alt fyri eitt, sigur Niels Skakkebæk, professari

Sáðgóðskan hjá monnum er ikki góð. Góðskan er so vánalig, at støðan er alarmerandi, sigur Niels Skakkebæk, professari við Ríkissjúkrahúsið í Keypmannahavn.

Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu skipar fyri ráðstevnu saman við Syddansk Universitet og Harvard School of Public Health, sum verður hildin í Norðurlandahúsinum, og eitt av evnunum er sáðgóðskan hjá monnum.

Hóast burðartíttleikin hjá kvinnum í Føroyum er hægri enn aðrastani, er sáðgóðskan hjá føroysku monnunum sera vánalig. Og hvat er so at gera við hetta, spyrja vit Niels Skakkebæk, professara. - Tað er gransking, gransking og aftur gransking og at fáa boðskapin út, sigur Skakkebæk.

Ráðstevnan kallast PPTOX, sum stendur fyri Prenatal Programming and Developmental Toxicity, og tað er hvussu tað ófødda barnið verður ávirkað av umhvørvinum í móðurlívi, og hvussu eiturevni ávirka búningina hjá mannabørnum.
Ráðstevnan endar í dag.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024