Góðan morgun Føroyar

- Fólk kjakast ikki á sama grundarlagi
06-06-2018
Fosturtøku-kjakið er trupult, tí at fólk eru grundleggjandi ósamd, nær eitt lív er eitt lív, sigur Dorthe Pedersen, lærari í heimspeki

Spurningur um fosturtøku blívur við at spøkja. Tað ger hann enn einaferð. Orsøkin til, at kontroversielli spurningurin aftur sær dagsins ljós, er at Føroyar í næstum yvirtaka persóns- og familjurættin - og uppí tí hoyrir lóggavan um fosturtøku.
Fleiri føroyingar hava givið sína hugsan til kennar á sosialu miðlunum. Eisini hava rørslur fyri og ímóti gjørt seg galdandi í almenna rúminum. Felagsskapurin "Frítt val" byrjaði at savna undirskriftir inn um fría fosturtøku. Eisini tók átakið "Fyri lív" stig til at savna undirskriftir inn ímóti fríari fosturtøku.
Kjakið er trupult, og meiningar ymiskar og sterkar. Tað er heldur ikki løgið, tí kjakið er ikki á sama grundarlagi, tí ómseja er um, nær eitt lív er eitt lív.
Religiónsfilosofisk sæð er Aristoteles orsøkin til, at fosturtøka bæði innan kristindómin og islam er synd, tí hann hevur hendan tankan um "potens" (møguleikar) og "accens" (veruleiki). Tað vil siga, at í øllum livandi er ein stremban eftir lívið/at veruleikagera seg, og hetta eigur ikki at verða oyðilagt sambært Thomas Aquinas, størsti kirkjufaðirin innan katolisismuna, sum tulkaði Aristoteles.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024