Góðan morgun Føroyar

Fólk og kórsangur fyltu Kirkjubømúrin
11-06-2018
Seinnapartin í gjár var stór kórkonsert í Kirkjubømúrinum. Endamálið var at skapa áhuga fyri múrinum, ið eigur at verða framtíðar mentanarhús

Tað var maestro í føroyskum kórsangi, Ólavur Hátún, sum tók stig til forvitnisligu konsertina í múrinum, sum er reistur umleið ár 1300. Kórini Sólarmagn av Velbastað, Havnarkórið og Tarira vóru við á konsertini og tey sungu eisini í einum felagskóri saman við einum samansettum symfoniorkestri. Kórleiðararnir vóru Ólavur Hátún, Leif Hansen, Jóhannes Andreasen og Ólavur Jøkladal.
Eftir konsertina legði Ólavur Hátún fram eitt uppskot saman við Arberti Isfeld arkitekti um, hvussu múrurin kann gerast eitt mentanarhús. Uppskotið ber í sær, at ein glastekja verður løgd oman á múrin.
Ein arbeiðsbólkur er nú skipaður, sum saman við Tjóðsavninum og øðrum fer at kanna møguleikarnar. Á fundinum varð eisini tosað um møguleikarnar fyri alternativari fígging, m.a. úr útlendskum grunnum.
Her hoyrir tú innslagið, sum var í Góðan morgun Føroyum í morgun.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024