Góðan morgun Føroyar

Klæmintsgjógv heimsins størsta
14-06-2018
Við sínum 348.000 rúmmetrum er Klæmintsgjógv væl størri enn Rikoriko, sum í dag er skrásett sum heimsins størsta hola, sigur Magni Laksafoss

Magni Laksafoss, Thormann Kruse og Torkil Zachariassen hava seinastu tíðina brúkt nógva frítíð at skráseta holur og gjáir í Føroyum. 621 holur eru higartil skrásettar, men umleið 200 eru eftir, sigur Magni Laksafoss við morgunsendingina.

Klæmintsgjógv, saman við Húsagjógv og Trongugjógv við sínum 348.000 rúmmetrunum og Munkastovan við sínum 260.000 rúmmetrunum eru størri, enn í dag skrásetta heimsins størsta gjógv, Rikoriko, sum liggur í Nýsælandi, við sínum 220.000 rúmmetrunum.

Magni Laksafoss greiðir frá.

Mynd: Norðlýsið

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024