Góðan morgun Føroyar

Fara til allar dystirnar hjá Íslandi og Uruguay
14-06-2018
Uruguay hevur tað, sum krevst, fyri at spæla seg allan vegin, heldur Ivan Eginsson Eysturland

Ivan Eginsson Eysturland heldur við trimum fótbóltslandsliðum. Tey eru Føroyar, Ísland og Uruguay.

Tey bæði síðst nevndu eru við í HM endaspælinum í Russlandi.

Hann hevur verið fjeppari hjá Uruguay í næstan 30 ár.

Hesaferð hevur liðið møguleika at koma rættiliga langt í kappingini og kanska vinna hana, heldur hann.

Framúr góðir spælarar eru á liðnum, og vinnaramentaliteturin er nakað heilt serstakt.

Ivan Eginsson Eysturland vitjar javnan í Uruguay og fyri fýra árum síðan var hann í sjónvarpslýsingum í Uruguay og gjørdist tá landskendur.

Tað kemur kemur enn fyri, at fólk vilja taka myndir. Eg eri nokk ikki nógv broyttur, sigur hann skemtandi.

Hinvegin væntar hann, at tað verður trupult hjá Íslandi at spæla seg víðari úr bólkaspælinum.

Á myndini síggjast Ivan Eginsson Eysturland og kona hansara, Kinga Eysturland.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024