Góðan morgun Føroyar

Broytti kostvanar og fekk normalt blóðtrýst
27-08-2018
- Tað eru fleiri hjáárin við heilivági, og tí er týdningarmikið fyri meg at sleppa undan heilivágnum, sigur Janus Rasmussen

Blóðtrýstheilivágur er nakað, sum er vanligur partur av gerandisdegnum hjá nógvum føroyingum, tí umleið fjórði hvør føroyingur hevur ov høgt blóðtrýst.

Og er blóðtrýstið ov høgt, økist vandin fyri hjarta- og æðrasjúkum. Og vandin fleirfaldast, um tú eisini roykir, hevur ov høgt kolesteroltal og diabetes.

Men tað ber kanska til at eta soleiðis, at blóðtrýstið blívur normalt og sleppast kann undan at taka heilivág.

- Líka síðani eg og konan broyttu kostvanar, hevur ikki verið neyðugt at taka heilivágin fyri ov høgt blóðtrýst, sigur Janus Rasmussen. Seinastu tvey árini hava tey hildið seg frá so at siga øllum matvørum við sukri og hveiti. Harafturat eta tey ikki mjólkaúrdráttir og drekka ikki kaffi og te.

- Tað eru fleiri hjáárin við heilivági, og tí er týdningarmikið fyri meg at sleppa undan heilivágnum, sigur Janus Rasmussen.

Í morgunsendingini greiddi hann frá lívsstílsbroytingini. Haraturat var Jenis av Rana í útvarpsstovuni og greidi frá samanhanginum millum ov høgt blóðtrýst og skeivar matvanar.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024