Góðan morgun Føroyar

Janus sleppur ikki at vera flogskipari longur
31-08-2018
- Hetta er ikki mín egna avgerð, men heilsan loyvir mær ikki at halda fram sum flogskipari, sigur Janus Rein

Fyri skjótt veimum mánaðum síðani fleyg Janus Rein sín seinasta túr sum flogskipari.

- Eg visti ikki av, at tann túrurin bleiv mín seinasti sum flogskipari,sigur Janus Rein.

Seinastu 19 árini hevur hann arbeitt sum flogskipari, men fyri umleið tveimum árum síðani fór heilsan av álvara at bila.

- Heilsukrøvini til flogskiparar eru ógvuliga høg, og lýkur tú ikki øll krøvini, ja so kanst tú ikki flúgva, fortelur Janus Rein, sum ikki vil koma nærri inn á, júst hvat ið honum bagir.

- Talan er ikki um nakað álvarsamt, men eg havi fingið eitt slag av arbeiðsskaða, sum ikki er óvanligur hjá pilotum, sum fleiri ferðir hvønn dag verða útsetir fyri ymiskt trýst og ljósgeislar, sigur Janus Rein.

Enn hevur hann ikki nakrar ítøkiligar ætlanir um, hvta hann skal takast við í framtíðini, men eitt er tó greit:

- Fyrst fari eg taka mær av løttum í nakrar vikur og vera saman við familjuni. Men kenni eg meg sjálvan rætt, so gongur ikki long tíð, áðrenn eg havi funnið okkurt annað arbeiði, sigur Janus Rin.

Í morgunsendingini fortaldi hann millum annað um, hvussu tað er at vera givin sum flogskipari og arbeiðsmøguleikar í framtíðini.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024