Góðan morgun Føroyar

Nú verður masturin á Loranstøðini tikin niður
05-09-2018
Tað var ein óskrivað regla, at vit ikki spurdu, hvør brúkti Loran C, sigur Jógvan K. Mørkøre

Loran C-støðin á Eiði var virkin í 56 ár. Alt tíðarskeiðið sendi støðin radiobylgjur, sum segði skipum og flogførum, hvar tey vóru stødd.

Sum fráleið hevði nýggj tøkni, fylgisveinasignal og GPS, tað við sær, at týdningurin av Loran C minkaði.

Nýggjársaftan í 2015 var støðin sløkt.

Og nú verður høga masturin, sum hoyrdi til Loran C-støðina, tikin niður.

Í heili 50 ár starvaðist Jógvan K. Mørkøre á støðini.

- Tað hevur verið eitt gott arbeiðspláss, og altíð var nokk at gera, sigur hann.

Øll vóru kortini ikki fegin um, at støðin var í Føroyum. 

Ført var fram, at í eini krígsstøðu hevði Loranstøðin verið eitt upplagt hernaðarligt mál.

Jógvan K. Mørkøre sigur, at hann ikki spurdi um, hvør brúkti signalini.

Hann hugsavnaði seg um tann tøkniliga partin.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024