Góðan morgun Føroyar

Mick Box - Gott vinalag er tað týdningarmesta
12-09-2018
Mick Box er einasti upprunalimur í Uriah Heep, sum framvegis er virkin í bólkinum

Hann var við til at seta Uriah Heep á stovn í 1969, og hóast tað skjótt eru 50 ár síðani, hevur gittaristurin als ongar ætlanir um at gevast. - Eg kenni meg sera hepnan, sigur hann.

Mick Box hevur frætt, at atgongumerkini til kunngjørdu konsertina í Føroyum vórðu útseld, og at konsertin tí er flutt í Stórhøllina á Hálsi.

- Tað fegnast vit um, og vit eru spentir at koma aftur til Føroya at spæla allar teir kendu sangirnar.

Mick Box minnist væl konsertina í Føroyum í 1990, tá hann lænti víðagitnu topphúgvuna hjá Jens Martin Knudsen.

- Eg helt hon klæddi mær væl. Ikki eins væl og Jens Martini, men eg gjørdi mítt besta, leggur hann brosandi aftrat.

Sum einasti upprunalimur í Uriah Heep, ið framvegis er í bólkinum, hevur hann sæð eina ávísa útskifting.

Hann væntar, at nýggir limir skilja grundtankan við Uriah Heep, sum var grundlagdur í 1970unum, men eisini er gott, at tónleikararnir hava sítt egna ljóð við til heildina.

Men í grundini er tað týdningarmesta góða vinalagið, tí tá vit eru á konsertferð, eru vit sum ein familja.

- Fyri meg hevur tað stóran týdning, at øll, sum eru knýtt at bólkinum, eru væl.

Hvør einstakur hevur sama týdning, og tí fáa limir og hjálparfólk somu viðferð, sigur dámligi gittaristurin.

Konsertin í Føroyum verður í Høllini á Hálsi leygarkvøldið, 22. september.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024