- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Krabbabøkur í 10 ár
19-09-2018
Í tíggju ár hava Bólkadeild Føroya Lærarafelags og Nám givið út lættlesiligar bøkur til yngstu lesararnar
Fyri tíggju árum síðani byrjaðu Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám at geva krabbabøkur út.
Krabbabøkur eru lættlesiligar bøkur til børn í ymsum torleikastigum alt eftir, hvørjum stigi hvør einstakur er á.
Páll Fangi, Anna Frank, Kalt blóð og Tea og tjattið eru bert nakrar av teimum meira enn 300 bókunum, sum eru komnar út hesi árini.
Turið Kjølbro, ritstjóri og samskipari í Krabbabókatoyminum, sigur, at tað hevur verið ein avbjóðing at fáa bøkur út á upprunaføroyskum, men hon fegnast um, at tey í ár hava megnað at fáa seks upprunaføroyskar krabbabøkur út.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024