Góðan morgun Føroyar

- Eg skyldi kvinnuni eina sjokulátaplátu
25-09-2018
John Petersen legði fyri stuttum eitt videobrot út á facebook, sum hevur gingið sum rótasúpan

Serstaka hendingin fór fram umborð á Dúgvuni fyrst í nullunum.

John Petersen hevði, sum hann var vanur, keypt sær eina sjokulátuplátu og eina Apolinaris.

Tá hann skuldi seta seg aftur, sá hann, at ein kvinna hevði sett seg við borðið, har hann sat, áðrenn hann fór í kioskina.

Fólk vóru eisini við hini borðini, so hann setti seg aftur, har hann sat frammundan.

John Petersen fekk sær smakk av sodavatnini og ein punt av sjokulátuni.

Brádliga gjørdist hann skakkur, tí kvinnan hinumegin borðið breyt sær ein punt av plátuni og át hann.

Hetta var løgið, hugsaði John Petersen og fekk sær ein punt aftrat.

Stutta løtu eftir tók kvinnan enn ein punt.

John Petersen var ikki sørt argur av støðuni og tók teir báðar síðstu puntarnar og tugdi teir harðliga fyri at vísa kvinnuni, at hetta eigi eg.

Tá Dúgvan legði at í Klaksvík, stóð hann á dekkinum og bíðaði.

Hann koyrdi hondina í lumman og føldi, at har var ein sjokulátapláta. 

John Petersen føldi seg illa, tí tá skilti hann brádliga, at konan hinumegin borðið hevði keypt somu sjokulátaplátu, og í veruleikanum hevði hann sitið og etið av hennara sjokulátu.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024