Góðan morgun Føroyar

Størsti dreymurin hjá Rakul Dalsgaard gekk út
15-10-2018
Shania Twain hevur serstakan týdning fyri meg. Bæði tónleikurin og kvinnan hava fylgt mær síðani 1997.

- Um onkur beyð mær at koma á mánan 14. oktober, so hevði eg takkað nei, tí tá gongur mín størsti dreymur út. Tað skrivaði Rakul Dalsgaard á Facebook.

Hon sipaði til konsertina, sum Shania Twain hevði í Royal Arena í Keypmannahavn í gjárkvøldið.

Rakul Dalsgaard fekk sína fyrstu fløgu við Shania Twain í 1997. Síðani hevur hon verið púra vekk í tónleikinum og ikki minst sjálvari kvinnuni.

Hon dugir allar sangirnar, hevur lisið bøkur og sæð dokumentarsendingar um Shania Twain.

Hon hevur havt hana í oyrunum, bæði tá hon hevur verið hjá tannlækna og til skanning.

Konsertin gekk væl og virðiliga vónunum á møti, sigur Rakul Dalsgaard, sum enn ikki heldur, at hon hevur sodnað stóra upplivingina til fulnar.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024