Góðan morgun Føroyar

Konfirmatión: Siðvenja ella tilvitað val?
15-10-2018
- Tað er ymiskt, hvussu nógv tey ungu vita um kristindóm, men tey eru veruliga áhugað í at læra um hesa trúnna, sigur Anne Mette Greve Klemensen

Hóast tey ungu í dag upp á allar mátar liva eitt modernað lív, so er tað ikki torført at fanga teirra uppmerksemi við nøkrum so siðbundnum sum konfirmatión og øllum, ið hartil hoyrir.

Tað heldur Anne Mette Greve Klemensen, sum seinastu átta árini hevur verið prestur og á hvørjum árið konfirmerar hon ung fólk í Fuglfjarðar kirkju.

Oktober er mánaðurin, tá nógv 14 ára gomul kring alt landið verða fermd, tí tað er um hesa tíðina, at sonevndu heystkonfirmatiónirnar eru.

- Tað er ymiskt, hvussu nógv tey ungu vita um kristindóm og bíbliuna, tá tey byrja at ganga til prest, tí tað er jú ymiskt, hvussu nógv kristindómur fyllur í heimunum, haðani tey eru. Onkur er vanur við Faðirvár, meðan onkur annar hevur nógvar spurningar, og tað er eisini í lagi, sigur Anne Mette Greve Klemensen.

- Tær vikurnar, tey ganga til prest, hoyra tey um kristindóm og tey hugtøk, við brúka. Tey koma her, tí tey vilja vita meir um kirkjuna, sum tey jú eru ein partur av - í og við tey eru blivin doypt - og um ta mentanina, sum tey eru partur av sum kirkjufólk, sigur Anne Mette Greve Klemensen.

Onkur vildi kanska sagt, at tey ungu lata seg bara konfirmerað, tí tann dagin skulu tey vera í penum kæðum, tey fáa nógvar gestir og ikki minst gávur og pengar. Men hetta er tó ikki nakað, sum Anne Mette Greve Klemensen upplivir við teimum ungu, ið hon konfirmerar:

- Mín uppliving er, at tey ungu eru ótrúliga áhugað í kristindóminum, og tá tey so byrja at ganga til prest og møta einum persóni, sum er eldhugaður í tí, viðkomandi fortelur, ja so blívur tað áhugavert fyri tey, greiðir Anne Mette Greve Klemensen frá.

Í morgunsendingini fortaldi hon um konfirmatión sum kirkjuligt ritual, og hvussu nógv tey ungu í dag geva sær far um, hvat ein konfirmatión í grundini snýr seg um.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024