- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Skálvíkingurin, Sigurd Fjallstein Christiansen, skrivar PhD-ritgerð um smáar saltpartiklar í lofthavinum.
Í juli fór hann í barnsburðarfarloyvi, og tá kom hugurin at royna at framleiða salt.
Sjógvurin verður tikin í Skopunarfirði. Lívfiskastøðin tekur nógvan sjógv inn, sum verður uv-viðgjørdur og reinsaður.
Tann sjógvin tekur Sigurd Fjallstein Christiansen til Skálavíkar, har hann heldur til, meðan hann er í Føroyum.
Eg helt tað vera einfalt at gera salt, men tað er rættiliga nógv, sum kann gerast fyri at fáa penar saltflykrur úr sjógvi, sigur hann.
Einasti máti at finna út av, um havsaltið er gott, er at royna tað.
Tá saltið er turkað í nakrar dagar, verður tað latið í smáar glaskrukkur.
Leygardagin verður skálvíkingurin á heystfagnaðinum, og har verður møguleiki at ogna sær føroyskt havsalt.