Góðan morgun Føroyar

Guðbjørg er vitjanarvinur hjá Katrinu
18-10-2018
Einaferð um vikuna vitjar Guðbjørg á Lofti 95 ára gomlu Katrinu Mariu Olsen. Guðbjørg er vitjanarvinur hjá Reyða Krossi

Í vesturbýnum í Havn býr 95 ára gamla Katrina Maria Olsen. Hon fær vitjan eina ferð um vikuna, tá Guðbjørg á Lofti, sum er vitjanarvinur hjá Reyða Krossi, støkkur inn á gólvið.

Tær práta og hugna sær saman, og tað er gevandi fyri báðar. Katrina fær gestir, og Guðbjørg fær innlit í lívið hjá Katrinu, sum dugir væl at siga frá.

Reyði Krossur hevur havt vitjanartænastu í fleiri ár, og tænastan er ment nógv øll árini og fevnir nú um næstan alt landið, siga Eyrith Guttesen Leyni og Marin Samuelsen frá Reyða Krossi.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024