Góðan morgun Føroyar

Nógv eru fyri harðskapi til arbeiðis
24-10-2018
- Harðskapur og hóttanir eru ein vaksandi arbeiðsumhvørvistrupulleiki, sigur Leivur Persson, stjóri á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum

- Vit hava eingi neyv tøl, men tað er einki at ivast í, at harðskapur og hóttanir eru ein regluligur trupulleiki hjá starvsfólkum, sum arbeiða innan heilsu, røkt og umsorgan.

Orðini eigur stjórin á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, Leivur Persson.

Í dag skipar Arbeiðs-og brunaeftirlitið fyri einum evnisdegi um júst harðskap og hóttanir, og hesin evnisdagurin er ætlaður teimum, sum onkursvegna arbeiða innan heilsu, røkt og hóttanir.

- Sum myndugleiki hava vit eina fatan av, at talan er um ein relativan regluligan, trupulleika innan fyri tey ymisku økini innan heilsurøkt, staðfestir Leivur Persson og heldur fram:

- Í mun til okkaru ítøkiligu tøl, so tosa vit um fleiri tilburðir hvørt ár, men okkara fatan er heilt griett, at tað er ein brøkpartur av harðskapi og hóttanum á arbeiðsplássum, sum verður fráboðaður, sigur Leivur Persson.

Sambært honum er tað ein greið orsøk til, at alsamt fleiri starvsfólk eru fyri harðskapi og hóttanum, í sambandi við arbeiði:

-Tænastustøðið í tí modernaða vælferðarsamfelagnum verður alla tíðina útbygt og veksur, og so eru tað eisini fleiri fólk, sum arbeiða í hesum sektorinum, og tískil eisini fleiri og fleiri fólk, sum uppliva at koma í støður við harðskapi og hóttanum, sigur Leivur Persson.

Endamálið við evnisdegnum í dag er, at seta ljóskastaran á vaksandi trupulleikan við harðskapi og hóttanum á ávísum arbeiðsplássum, og at geva íblástur til, hvussu hesin trupulleiki kann fyribyrgjast og handfarast. Í tí sambandi hevur Arbeiðs- og brunaeftirlitið gjørt eina nýggja vegleiðing, sum kann síggjast her.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024