Góðan morgun Føroyar

Brúk er fyri skipaðari rehabilitering
25-10-2018
- Bæði sjúklingar og teirra avvarðandi verða ikki loftað nóg væl, sigur Rósa Samuelsen

- Tað er stórur tørvur á eini skipan, sum hjálpir fólki, ið eru sjúk og hava tørv á sálarligari hjálp, likamligari venjing og sosialari viðgerð. Tað snýr seg um, at tá tú hevur verið sjúkur ella er traktur av langtíðarsjúku, so skalt tú klára teg aftur í gerandisdegnum.

Tað sigur fyrrverandis løgtings- og landsstýriskvinnan, Rósa Samuelsen.

Fyrrapartin í dag skipaði Sambandsflokkurin fyri almennum fundi, ið snúði seg um, hvussu vit í Føroyum kunnu skipa rehabilitering.

- Í Føroyum er eingin rehabiliteringsskipan, og tað merkir, at fólk við sjúku fáa ikki ta hjálpina, sum teimum tørvar. Og tað tekur hart upp á tey avvarðandi, sum í síðsta enda sjálvi kunnu gerast sjúk orsakað av umstøðunum tey liva undir, sigur Rósa Samuelsen.

Hóast sjúklingar hava eina endurvenjingarætlan, verða tey sjúku ikki loftað nóg væl:

- Endurvenjingarætlanin er ikki nóg breið. Hon tekur ikki hædd fyri allari heildarstøðuni hjá persóninum. Til dømis kanst tú hava eina ætlan, sum sigur, at tú hevur tørv á taluundirvísing, tí tú hevur mist førleikan at tosa. Tað stendur í ætlanini, at tú skalt hava tað, men tú hevur ikki krav upp á tað, tí vit hava ikki tilboðið, sigur Rósa Samuelsen.

Tá tað kemur til at samskipa vegna borgaran og avvarðandi, so er eingin samskipan, og tað er ein trupulleiki sambært Rósu Samuelsen, og hon vísir á, hvussu mann hevur loyst trupulleikan í Noregi:

- Í Norra hava tey sett í lóg, at tey fólkini, sum eru rakt av sjúku og avvarðandi fáa í boði ein samskipara, sum skal hava ábyrgdina av, at rehabiliteringsætlanin, altso heildin av menniskjanum, verður fylgd upp, sigur Rósa Samuelsen.

So leingi vit ikki hava eina lóg, sum tryggjar rættin hjá fólki, so kann mann ikki siga, at tað bjargar so ótrúliga nógvum, men tú kanst í øllum førum fáa staðfest, hvønn tørv tú hevur. tað er so eisini viðvirkandi til at trýsta á og seta tiltøk inn, hvat er tað, sum ein borgari skal hava, sigur Rósa Samuelsen.

Í morgunsendingini greiddi hon frá, hvussu ein rehabiliteringsætlan kann setast í verk og skipast.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024