Góðan morgun Føroyar

Tey ungu vita ov lítið um reinførið
29-10-2018
Á Húsarhaldsskúlanum fyllir reinførið í sambandi við matgerð sera nógv, og skúlaskeiðini byrja við at læra næmingarnar um reinførið

Á Húsarhaldsskúla Føroya verður stórur dentur lagdur á at undirvísa næmingunum í reinføri í sambandi við matgerð.

- Sum útgangsstøði vita næmingarnir ikki nógv um reinførið, tá skúlaskeiðið byrjar, og tí er reinførið á tímatalvuni fyrstu tvær vikurnar, sigur Jóhanna á Tjaldrafløtti, stjóri á Húsarhaldsskúla Føroya.

Trý høvuðspunkt

Tað eru trý punkt, sum tey serliga leggja seg eftir í undirvísingini og matgerðini á Húsarhaldsskúla Føroya.

1. Minka um møguleikan fyri spjaðing
2. Hita matin rætt upp
3. Køla matin rætt niðuraftur.

- Hesi trý eru sera umráðandi, tá man hevur við mat at gera, sigur stjórin á Húsarhaldsskúlanum.

Morgunsendingin er í hesum innslagnum á vitjan á Húsarhaldsskúla Føroya í Klaksvík.

Spyr.fo hevur gjørt eina spurnarkanning um reinførisvanarnar hjá føroyingum. Til ber at lesa meiri um hana her.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024