Góðan morgun Føroyar

Brúgvin um Streymin 45 ár
30-10-2018
Henda dagin í 1973 bleiv brúgvin um Streymin tikin í nýtslu

Fyri júst 45 árum síðani var stórt hátíðarhald í Sundalagnum, tá brúgvin um Streymin varð tikin í nýtslu.

Tummas Olsen, sum tá var júst útbúgvin byggiverkfrøðingur, fekk uppgávuna at standa fyri arbeiðinum at prosjektera brúnna, sum er 220 metrar til longdar og 17 metrar høg.

- Eg var útlærdur í januar í 1971 og fekk í boði at arbeiða hjá Landsbyggifelagnum beint aftaná, og í tí sambandi spurdu teir, um eg var áhugaður í at koma at arbeiða við brúgvaprosjektinum. Tað va røgiliga spennani og áhugavert fyri meg, sigur Tummas Olsen.

Umleið 40-50 menn arbeiddu upp á brúnna, sum tá var ein stór verkætlan:

- Amboðini vóru ikki so góð, bjálkarnir blivu allir stoyptir á staðnum, og teir vóru 54 í tali. At gera brúnna var so mikið trupult, at tað var eingin krani, sum kundi lyfta nakað serligt. Og hevði mann amboðini, so sluppu tey ikki framat, tí vegirnir gjøgnum bygdirnar vóru treingir, sigur Tummas Olsen.

Í morgunsendingini greiddu Tummas Olsen, byggiverkfrøðingur, og Heðin Zachariassen, borgarstjóri í Sunda Kommunu, frá um brúnna um Streymin, og hvønn týdning hon hevur havt.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024