- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Fáa hjálp at koma út aftur í lívið
31-10-2018
Á virknis- og tilhaldsstaðnum Gloym meg ei fáa brúkararnir hjálp til at fáa ein vanligan gerandisdag aftur
Í einum gráum húsum á Klaksvíksvegi 57 í Klaksvík hittast eini 20 fólk fýra dagar um vikuna.
Hesi fólkini hava sálarligar og sosialar avbjóðingar, og á virknis- og tilhaldsstaðnum, sum eitur Gloym meg ei, kunnu tey hittast og takast við ymisk ítriv.
Virksemið hevur áður verið í Gøtubrá ó Norðragøtu, men í farna mánaði kundu brúkararnir fara í nýggju hølini á Klaksvíksvegi.
- Endamálið er at hjálpa og stuðla hesum fólkunum, soleiðis at tey kunnu koma út í lívið aftur og fáa ein gerandisdag sum tú og eg, sigur Snorri Brend sum er eitt av starvsfólkunum.
Í morgunsendignini varð vitjað í Gloym meg ei.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024