Góðan morgun Føroyar

Væl og illa ella ringt og gott
01-11-2018
Tað kann vera torført at vita, nær, orðini væl og gott ella ringt og illa, skulu brúkast. Málteigurin veitir tummilsreglur til hetta ivamál

Tá vit ivast í, hvussu vit skulu orða okkum, kunnu tummilsreglur vera hentar at hava. Í Málteiginum hesaferð verða tummilsreglur til orðini væl og gott, ringt og illa og betur og betri umrøddar.

Elin Henriksen sigur, at ein góður máti at loysa hetta ivamál er at seta øvugta orðið inn ístaðin.

Dømi:
Gott ella væl

Hevur tú hug at siga, at tað smakkar gott, spyr teg sjálvan, um tú hevði sagt, at tað smakkar ringt. Ella hevði tú sagt: Tú dugir ringt? Neyvan, og tí eitur tað tú dugir væl heldur enn tú dugir gott.

Betri ella betur

Orðini, gott og betri hoyra saman, og væl og betur hoyra saman. Veðrið er gott, men tað kann verða betri. Tú dugir sera væl, men tú kundi dugað betur.

Tað ræður um at minnast til, at orðini gott, ringt og betri hoyra saman, og væl, illa og betur hoyra saman.

Samd við og í
Ein spurningur, sum fleiri hava vent sær til morgunsendingina við, er, hvat fall er rættast at brúka, tá fólk siga seg vera samd. Eru tey tá samd við ein ella einum? Eru tey samd við teg ella tær?

Hvørjum falli stýrir við, tá tað stendur eftir orðið, samd, spyr lurtari.

Elin Henriksen svarar spurninginum, og stutta svarið er, at við stýrir hvønnfalli, tá tað stendur eftir orðið, samd.

Tað vil siga, at tú ert samd við meg, og hon er samd við landsstýrisfólkið.

Onnur evni, sum eru í Málteiginum, eru orðið, hýrur, og hetta, at fleiri og fleiri eru farin at brúka orðið, ynskja.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024