Góðan morgun Føroyar

Á fleiri vandaferðum á sjónum
01-11-2018
- Eg havi upplivað fleiri vandastøður á sjónum, men eg ræðist ikki sjógvin kortini, sigur John Myllhamar

- Eg sá á eygunum á eldru beiggjunum, at støðan var álvarslig. Men tað er ikki fyrr enn nú, har eg eri blivin eldri, at eg eri farin at hugsa um, hvussu galið tað kundi gingið.

Orðini eigur John Myllhamar, sum var fyri eini ógvusligari hending á sjónum í 1970.

Nú tað er minningardagur teirra sjólætnu, hyggur hann aftur á fleiri upplivingar á sjónum, sum hava verið alt annað enn vandaleysar. Men serliga hendingin í 1970 stendur føst í minninum.

- Av útróðri eystur úr Skálhøvda við seksáringinum Havørnini, var brim í Skálavík, tá ið vit komu aftur. Ringast var, at eitt ella annað var komið fyri skrúvuna, so at hon bognaði og fór at banka í stevnið. Tað var sera óslætt í sjónum, vit royndu at sigla norður um rivið á Hvalnesi, men tað gekk seint, pumpurnar gingu fyri, og vit máttu oysa við pøs. Eftir drúgva tíð komu vit umsíður norður um rivið, tá brotnaði skrúvan, men tá var slættari, og vit fingu siglt við seglum til Skopunar. Hevði skrúvan brotnað nakrar minuttir fyrr, so komu við ikki aftur í aftur, tí vit fingu ikki givið boð frá okkum, og tað var heldur ikki veður at koma okkum til hjálpar. Vit høvdu tá onga motorkraft havt og høvdu tí rikið inn í brimið, fortelur John Myllhamar.

Í morgunsendingini greiddi John Myllhamar eisini frá tveimum øðrum vandaferðum á sjónum - ein túrur við Norrønu úr Bergen til Føroya, og tá teir vóru á veg inn á Reykjavík við Peturi á Gørðunum, tá teir sigldu á eina grynnu og sluppu ikki av aftur.

 

Tilvildarlig mynd

 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024