Góðan morgun Føroyar

- Eitt undur at allir komu livandi frá hendingini
02-11-2018
Abbasynir hjá tveimum av manningini á skonnartini Casper greiða frá stóra týdninginum, sum dramatiska hendingin hevur í teirra tilvitsku

Í dag eru júst 100 ár liðin, síðani danska skonnartin, Casper, rak á land í Lítlu Dímun.

Manningin, sum taldi seks mans, var í oynni í heilar 17 dagar.

Í morgun hoyra vit brot úr samrøðum, sum útvarpið hevur gjørt við tveir av manningini.

Eisini eru tríggir abbasynir hjá teimum, sum strandaðu í Lítlu Dímun í útvarpsstovuni og greiða frá, hvønn týdning hendingin hevur havt fyri teir.

Hjalmar Ingebrigtsen er abbasonur mannin við sama navni. Hann búsettist í Føroyum og giftist til Vestmanna.

Brøðurnir Billy og Arne Jacobsen úr Noregi eru abbasynir Anton Jacobsen. Tað var hann, ið fyrstur fór í land í Lìtlu Dímun við einari línu um miðjuna.

Í bókini Livet på Færøerne, sum Dansk Kulturforlag gav út í fimtiárunum, skrivar Herluf Thomsen, keypmaður á Tvøroyri, um hendingina.

Frágreiðingin er endurgivin í blaðnum 14. september, tann 15. oktober í 1988.

Danska skonnartin, Casper, var á veg til Vágs við salti úr Ibiza.

Eystanfyri Suðuroynna rendi skonnartin seg í herviligt ódnarveður. Teir mistu púra tamarhaldið á skipinum og róku á land.

Meðan brotasjógvarnir skolaðu inn yvir skipið, royndi manningin at kappa stórmastrina, fyri at sleppa eftir henni inn á eitt sker, teir hómaðu í illveðrinum, men masturin datt ikki sum teir høvdu ætlað.

Men so leyp stýrimaðurin, Anton Jacobsen, fyri borð við einari línu um miðjuna, og hóast tað var so ringt í sjónum, at teir, sum vóru umborð, ofta sóu beinini á honum sting beint upp í loft, fekk hann strevað seg upp á klettin. Síðani stjóraði hann hinar menninar í land.

Menninir vórðu bjargaðir upp á Lítlu Dímun, og tað var eitt undur, tí neyvan nakar hevði hildið tað vera gjørligt at sleppa upp á oynna av skipi - í ódnarveðri aftrat.

Enn var ikki sloppið. Tí eitt var at sleppa á land. Annað var at sleppa upp á oynna.

Teir seks menninir sluppu ongan veg ta náttina, men máttu krúpa saman á einari hellu, sum var einki frægari enn eitt lítið stovugólv.

Dagin eftir laðaðu teir sær eina kroysu av gróti, meðan teir bíðaðu eftir og vónaðu, at eitt sindur av provianti skuldi reka á land.

Teir sóu eisini nakrar kassar við skonnrugi tætt undir landi. teir royndu at fara eftir teimum við at halda í hondina á hvørjum øðrum og vaða úti, men tað miseydnaðist, og at enda fór tann dýrabari maturin til havs.

Sum fráleið vandu teir seg við tað bratta lendið og ein dagin funnu teir hellið hja hvalbingum, og har var gleðisrómur á monnum, tá teir sóu komfýrin og funnu bæði brenni og grýtur.

Men hvussu skuldu teir fáa kika?

Við piprandi hondum lyfti ein teirra so lokið av einum blikki, teir eisini høvdu funnið, og har vóru svávulpinnarnir, sum teir eisini altíð høvdu liggjandi í oynni.

Teir funnu eisini ein lýsidunk og eina brotna fløsku, sum teir stungu ein bumullsklodda niður í til veik og riggaðu til lýsilampu.

Hvørt kvøld tendraðu teir lampuna í ein tíma.

Skiparin, Anders Larsen, sum var 62 ára gamal, og hevði brotið nøkur riv, var lagdur á eitt ból, teir høvdu reitt honum av grasi.

Menninir fóru sjálvandi beinanvegin at royna at fáa fatur á einum av teimum mongum seyðunum, teir sóu alla staðni, og tað eydnaðist teimum at taka tveir.

Blóðið drukku teir beinanvegin, og annars ótu teir alt, sum tyggjandi var á seyðinum. Sjálvt slóðina í hornunum ótu teir. Burtur úr skinnunum gjørdu teir sær skógvar, sum komu væl við, tí teir flestu vóru skóleysir.

Men sum dagarnir gingu, maktaðust menninir meiri og meiri, og skjótt var ikki hugsingur um at taka meiri seyð.

Teir høvdu einki til matna uttan fliður, men ein dagin vóru teir so hepnir at koma óvart framá ein lomviga og taka hann. Alt var etið uttan fjaðrarnir. Teir, sum høvdu góðar tenn, jaglaðu sjálvt beinagringina.

Ferð eftir ferð sóu teir skip sigla framvið oynni og bátar fiska tætt við.

Summir bátar vóru so tætt landi, at teir sóu fiskin skyggja í sólini, tá teir vórðu drignir innanborða.

Fyrstu ferð teir sóu bát so tætt undir oynni, hildu teir, at nú var bjargingin vís.

Menn gakk. Báturin var longur burtur, enn hann tóktiskt, og rópini frá monnunum druknaðu út í tóma luft, og eingin sá teir veittra. Teir royndu tí at rigga sær ein flaka til av ekaviði, teir funnu, men nú var eingin makt eftir í teimum.

Tá tað so lýsti fyri degi tann 17. november, og teir sóu ein bát í góðveðrinum tætt undir oynni, tók ein av teimum skipbrotnu, frá sær sjálvum av vónleysi, alt hann fann av øsku og glóðum av komfýrinum, og ripaði tað út av eggini, so neistarokið stóð í allar ættir.

Og tað eydnaðist.

Teir á oynni sóu hvussu útróðrarmaðurin kvikliga dró snørið, setti motorin í gongd og silgdi - avstað...

Teir seks menninir stóðu lamslignir í tøgn og sóu bátin hvørva, og mistu nú alla vón um bjarging.

Men nakrar tímar seinni, hoyrdu teir aftur ein motor klikkja, og hesuferð silgdi báturin ikki undan teimum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024