Góðan morgun Føroyar

- Leggið ikki prýðislutir í klædnaposarnar
05-11-2018
Irena Jacobsen og maður hennara, Knút Jacobsen, eru virksemisleiðarar í handlinum hjá Reyða krossi í Stiðjagøtu í Havn

Irena Jacobsen, sum er virksemisleiðari í endurnýtsluhandlinum hjá Reyða krossi í Stiðjagøtu í Havn, sigur, at klæðini, tey fáa inn, fyri tað allarmesta eru í rættiliga góðum standi.

Bestu klæðini verða seld í endurnýtsluhandlunum.

Børn, ið hava tørv á tí, fáa ein part, og so verða klæðir eisini send av landinum. Tá fær Reyði krossur pening fyri hvørt kilo.

Er okkurt, ið als ikki kann brúkast, endar tað á brennistøðini. Men tað er ein heilt lítil partur, sigur Irena Jacobsen.

Onkuntíð leggja fólk prýðislutir saman við klæðunum. Til dømis ein vakran vasa.

Tá kann tað henda, at luturin brotnar og er vandamikil fyri tey, ið tøma posarnar. Fyri einum mánað síðani skar ein kvinna seg illa í hondina, tá hon tømdi ein posa.

- Tí heita vit á fólk, um ikki at hava slíkar prýðislutir í klædnaposunum, leggur Irena Jacobsen dent á.

Endurnýtsluhandilin í Stiðjagøtu er opin leygardagar frá klokkan 10 til 15.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024