Góðan morgun Føroyar

Vit hugsa ov lítið um matin
06-11-2018
Føroyingar geva sær ov lítið far um, hvat tað er, teir eta, og tað ávirkar vektina, heldur Magnus Norðberg

Føroyingar eru ov feitir, røra seg ov lítið og teir eta minni frukt enn teir hava gjørt seinastu árini.

Meir enn helvtin av føroyingum - 56 prosent - eru ov feitir, meðan 42 prosent hava eina normalvekt. Sambært kanningini kunnu 13% bólkast at vera feit.

Tað vísa úrslitini av stóru heilsukanningini, sum Gallup hevur gjørt fyri Fólkaheilsuráðið.

- Einfalda orsøkin til, at nógvir føroyingar eru ov feitir, er, at vit inntaka ov nógva orku, og vit brúka ov lítið av orku, sigur Magnus Norðberg, sum er útbúgvin í ítróttarvísund, mati og stoffskifti.

- Matgóðskan, á tí vit velja at eta, er ikki tann besta.Tað vil siga, at tað er nógv orka í matinum, vit eta, uttan at hann mettar tað stóra, sigur Magnus Norðberg og sipar til allar tær framleiddu vørurnar, vit eta.

Í morgunsendingini greiddi hann frá heilsustøðuni hjá føroyingum, og hvat kann gerast, fyri at fólk liva eitt heilsubetri lív.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024