Góðan morgun Føroyar

HM dysturin verður javnur
14-11-2018
Helgi Dam Ziska væntar ein sera javnan HM dyst millum Magnus Carlsen og Fabiano Caruana, men um neyðugt verður við umdysti, vinnur norðmaðurin

Finalan í heimsmeistarakappingini í talvi fer í hesum døgum fram í London millum norska heimsmeistaran, Magnus Carlsen, og amerikanska avbjóðaran, Fabiano Caruana.

Í gjár var fjórða talvið á skránni, og tað endaði eins og hini trý undanfarnu við javnleiki - á talvi kallað remis.

Helgi Dam Ziska, stórmeistari, væntar ein sera javnan dyst millum teir báðar.

- Men um tað verður neyðugt við umdysti við bæði kviktalvi og snartalvi, so vinnur norðmaðurin, tí hann er stinnari í kvik- og snartalvi enn Caruana er, sigur Helgi Dam Ziska.

Tólv talv skulu telvast í dystinum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024