Góðan morgun Føroyar

Bestu lýsingar eru kosnar
20-11-2018
Sølvi Jespersen, formaður í Felagnum føroysk marknaðarfólk, er í útvarpsstovuni

Um vikuskiftið vóru bestu føroysku lýsingar 2017-18 kunngjørdar.

Tað er Felagið føroysk marknaðarfólk, sum hevur staðið fyri tiltakinum, og øll hava kunnað atkvøtt á Facebook. Í alt vóru slakar 800 atkvøður, og tað er tað mesta, ið hevur verið.

Í kappingarbólkinum Ársins statiska lýsing gjørdist lýsingin hjá bryggjarínum Okkara vinnarin. Hesin bólkur fevnir um prentlýsingar, uttandura lýsingar, skelti, prentlutir, statiskt tilfar til sosialar miðlar og líknandi.

Okkara vann við einum faldara við einari vakrari mynd úr føroysku náttúruni  Okkara vann sannførandi á lýsingunum frá hinum tilnevndu í bólkinum, sum vóru Fróðskaparsetrið, Amnesty International Føroyadeild, Fólkaheilsuráðið, Betri og Bank Nordik.

Í harðari kapping við hini tilnevndu, gjørdist Betri vinnarin í kappingarbólkinum Ársins dynamiska lýsing. Hetta fevnir um livandi lýsingar í sjónvarpi, biografi, interneti og líknandi. Betri vann við lýsingarfilminum ?#Betriumhvørvi?, tá Marianna og Sarah fjakkaðu fyri fløskupengar. Hini

tilnevndu í hesum bólki vóru Atlantic Airways, Bakkafrost, Føroya Tele, Marine Harvest, Gestus, MBM og Smyril Line.

Í lýsingarbólkinum Ársins sosiala lýsing ella átak gjørdist Føroya Tele vinnarin við lýsingini Versumheima - Fanga løtuna. Føroya Tele var í harðari kapping við Atlantic Airways og Hey um fyrsta plássið.

Tá ársins besta marknðarátak skuldi finnast, var kappingin hørð millum tvey at teimum tilnevndu. Tá avtornaði, vann Visit Faroe Islands flestar atkvøður við átakainum Faroese Translate. Lýsingarátakið eydnaðist sera væl og nógvir føroyingar tóku væl undir við hesum átaki, tá tey

brúktu tíð til at umseta setningar frá útlendingum til føroyskt - ein livandi orðabók sum ein pendant til Google Translate.

Hetta er fjórðu ferð, at Visit Faroe Islands vinnur henda bólkin. Faroese Translate hevur longu fingið altjóða viðurkenning og vunnið fleiri altjóða virðislønir fyri Faroese Translate. Tí var tað kanska ikki heilt óvæntað, at hetta marknaðarátak eisini varð valt sum tað besta í Føroyum í hesum umfari.

Nevndin í FFM hevur á hvørjum ári latið eina serliga virðisløn til eina føroyskan lýsara, fyritøku, persón ella stovn, sum nevndi metir hevur gjørt eitt serstakt arbeiði innan marknaðarføring í farna tíðarskeiðnum. Nevndin avgjørdi hesaferð at lata monnunum handan handilin Útilív ársins

herðaklapp, sum dugir sera væl at marknaðarføra seg á netinum. Harafturat eru teir framsøknir, seta ting í gond og skipa fyri serligum og annarleiðis tiltøkum í Føroyum, millum annað skateboardskúla og ekstrem maraton, sum eisini lokkar fleiri og fleiri útlendingar til Føroya.

Heðin Ferjá Heldarskarð hevur tilevnað M-virðislønirnar hesa ferð. Tær eru formaðar sum eitt M úr ketum, sum umboða tey ymisku liðini ella deildirnar í einari fyritøku, sum mugu samstarva fyri at eydnast. Ketan er ikki sterkari enn tað veikasta liðið og tí mugu øll lyfta í felag. Afturat

hesum innanhýsis samstarvinum umboða liðini í ketuni eisini kundarnar, sum eru týdningarmiklasti parturin í ketuni, tí uttan kundar - eingin vøra.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024