Góðan morgun Føroyar

- Hetta er stuttligasta verkætlan eg havi gjørt
22-11-2018
Færøerne - en moderne nation fødes er heitið á bók, sum Charlotte Langkilde hevur skrivað

Bókin, sum er góðar 500 síður til longdar, sigur søguna um eina ógvusliga tíð, tá Føroyar, eftir at hava verið avbyrgdar í fleiri øldir, uppá fá ár umskaptust til eina nýmótans tjóð.

Mitt í rokanum var danski amtmaðurin Carl Emil Dahlerup, sum kom til oyggjarnar í 1849 beinleiðis frá Den Grundlovgivende Rigsforsamling.

Honum møtti eitt blóðfátækt og fólkalítið samfelag, sum var avbyrgt frá umheiminum og menningini, og sum var mestsum ókent í Danmark.

Við einum felags taki næstu 10 árini eydnaðist tað lítla samfelagnum saman við stjórnini at seta í verk tær stóru broytingarnar, sum áttu at havt verið framdar fleiri áratíggju frammanundan.

Broytingarnar høvdu ógvusligar uppgerðir við sær, samstundis sum at gamlir valdsbygnaðir stóðu at falla.

Her er verður søgan, sum ofta mótsigur gomlu mýtunum um danska yvirvaldið í Føroyum, søgd. Á donskum máli.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024