Góðan morgun Føroyar

Jannie skipar fyri hundatúrum
27-11-2018
- Hetta riggar allastaðni uttanlands, so hví ikki eisini í Føroyum, sigur Jannie Dam Jacobsen

- Tá eg havi verið og ferðast, havi eg sæð, at fólk ganga túr við hundum, meðan eigararnir eru til arbeiðis ella ikki hava møguleika at fara út við hundi sínum. Tað er eitt fínt hugskot, og nú vil eg so vita, um hetta eisini letur seg gera í Føroyum.

Soleiðis sigur Jannie Dam Jacobsen, sum í næstum bjóðar seg fram at ganga túrar við hundum.

Ætlanin er, at Jannie Dam Jacobsen fer eftir hundinum, har hann er, og síðani gongur hon túr við honum í ein tíma ella har á leið. Hon væntar, at hon fer at hava upp í fimm hundar við sær á hvørjum túri.

- Her í Havnini eru eisini góð fríøki og eitt sokallað hundaland, har hundarnir kunnu renna leysir, so har fari eg heilt sikkurt eisini við teimum, sigur Jannie Dam Jacobsen, sum hevur verið á skeiði í Danmark fyri at læra um hundar og teirra atburð.

Í morgunsendingini greiddi hon frá hugskotinum um at njóða seg fram at ganga túrar við hundum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024