Góðan morgun Føroyar

Amerikanarar elska bundin pløgg úr Suðuroy
29-11-2018
- Tær stóru, reyðu hosurnar við navni á eru tað heilt stóra í Amerika júst nú, so eg havi ovmikið at gera, sigur Randi Hjelm Debes frá Faroe Knit

Randi Hjelm Debes í Vági eigur íverksetarafyritøkuna Faroe Knit. 

Troyggjurnar, húgvurnar, turrikløðini og ymisk onnur bundin pløgg eru tó best umtók yviri í Amerika.

- Meir enn helvtin av øllum tí, eg framleiði, verður selt til Amerika. Nú jólini stunda til, eru tað tær stóru, reyðu hosurnar við navni á, sum amerikanarar bíleggja frá mær, sigur Randi Hjelm Mortensen, sum eisini selur uppskriftir á netinum.

-Uppsktiftirnar til pannubondini selja ógvuliga væl, og tað virkar, sum at binding eisini er rættiliga modernað yviri í Amerika fyri tíðina, heldur Randi Hjelm Debes fyri.

Sambært henni sjálvari eru nógvir fyrimunir við at hava fyritøkuna í Vági og framleiða vørur, sum serliga vekja ans í útheimi.

Í morgunsendingini greiddi Randi Hjelm Debes frá íverksetarafyritøkuni Faroe Knit, og hvussu hon hevur megnað, at gjørt bundnu pløggini úr Vági so vælumtókt uttanlands.


 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024